Vert at vita

Norskur Lundahundur er av Spíðshundarasuni.

Upprunaliga er lundahundur ein brúgshundur og nýttur til at fanga Lunda. Í Norge verður onkur lundahundur nýttur til at finna fuglaegg rundan um flogvallir, fyri at halda fuglin vekk.. Teir hava heilt natúrligu evnini.

Í dag er Lundahundurin mest nýttur sum familjuhundur.

Lundahundar hava uppruna úr Noreg. 

Lundahundur er ein lítil rása hædd ca 30-40 cm og vekt umkring 6-7 kg.

Lundahundur hevur eina heilt serliga anatomi og eru rættuliga fimir. Teir hava eisini tumlar, sum er teirra sereyðkenni.

Lundahundur hevur eina livitíð umkring  12-14 ár

Lundahundur er ein av verðins sjálvsamastu hundum. Tað finnast bert umkring 2000 lundahundar í allari verðini.

 Lundahundurin er ein sera góður familjuhundur, er ernergiskur, uppmerksamur og sera trúfastur móti teimum nærmastu. Lundahundurin er skjótur, smidigur og sleppur ímillum tey flestu støðini. Lundahundurin hevur gott av mentalari venjing og motión. Um tú venur hundin vinarliga, kann tú læra hann ymisk kynstur og hundurin verður sera lýðin.

Lundahundur er enn ein høtt rása

Okkara Víla er av Møn í Danmark og Tor er úr Noreg.